Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

Allan Skaalum stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins

22. september 2011

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur avgjørt at seta Allan T. Skaalum sum avloysara fyri stjóran á Rúsdrekkasølu Landsin. Stjórin fer í farloyvi í eitt ár frá 1. oktober 2011 til 30. september 2012. 

Allan Skaalum er 48 ára gamal, giftur og eigur trý vaksin børn. Hann er útbúgvin cand.merc. í leiðslu og marknaðarføring frá CBS. Allan Skaalum hevur havt fleiri fulltrúa- og leiðandi størv í almennu fyrisitingini og í privatu vinnuni. Hann hevur seinastu mánaðirnar arbeitt í Vinnumálaráðnum.