Alt
Prísur
 
 
Í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG

CSR - samfelagslig ábyrgd

Slagorðið hjá stovninum er ”Rúsdrekkasøla Landsins - dygd og ábyrgd.” 

Við hesum slagorði vilja vit vísa, at vit á øllum økjum taka ábyrgd, eisini tá vit keypa og selja okkara vørur.

Rúsdrekkasølan samstarvar við hinar norðurlendsku einkarsølurnar um at taka samfelagsliga ábyrgd í CSR-samstarvinum.

CSR stendur fyri Corporate Social Responsibility og umfatar tað arbeiðið, sum fyritøkur og stovnar leggja í at raðfesta umhvørvið og sosial viðurskifti innanhýsis, hjá veitarum, framleiðarum og øðrum, sum stovnarnir samstarva við.

Norðurlendskt samstarv

Norðurlendsku einkarsølurnar hava í felag gjørt CSR-mannagongdir, sum tryggja, at vørurnar, sum seldar verða, fara ígjøgnum eitt veitingarlið, sum er samfelagsgagnligt.

Við The Nordic Alcohol Monopolies’ Code of Conduct frá 2012 seta einkarsølurnar somu krøv til sínar veitarar. Við eins krøvum í øllum londunum vita veitararnir, hvørjum treytum teir virka undir, og einkarsølurnar standa sterkar í felagsskapi.

Rúsdrekkasøla Landsins krevur, at veitararnir skriva undir avtalu, har teir góðtaka at fylgja krøvunum, sum eru ásett í semjuni millum norðurlendsku einkarsølurnar frá 2012. 

Rúsdrekkasølan setir krøv

Fyri Rúsdrekkasølu Landsins kann CSR-samstarvið hava við sær:

- at seta veitarum krøv um at halda mannarættindini

- at samstarva við veitarar um at bøta um umhvørvið og arbeiðsumstøður, har vørurnar verða framleiddar, m.a. á víngørðum

- at arbeiða miðvíst við umhvørvisspurningum, m.a. í sambandi við at endurnýta fløskur og dósir

Fólk og fyritøkur kring heimin hava ymiskar meiningar um, hvat rímilig arbeiðsviðurskifti eru, og nær umhvørvið verður vart.

Vit stremba eftir, at arbeiðs- og umhvørvisviðurskiftini í øllum liðum, sum vit samstarva við, liva upp til minstukrøvini, ið vit sum partur av norðurlendsku monopolunum hava sett.