Vørunr. | Vørunavn | Eind | Mynd | Prísur v/MVG |
---|
við bótarurt og oljuberum
Ræstur fiskur
Afturvið:
Manzanilla sjerri, skonkt við 5-6 hitastigum
Ræstur fiskur
Kóka ræsta fiskin sum vanligt, tak skræðuna av og pilka av beinunum.
Mjólkasós (til 4 fólk)
Smelta varliga garnatálgina saman við bótarmolanum.
Lat mjólkina útí og hita upp uttan at tað kemur uppá kók. Lat eggjahvítarnar í grýtuna, ein í senn og píska samstundis við stavpískara full speed til sósin gerst froðandi og kremut.
Borðreiðing
Servera ræsta fiskin uttan bein og skræðu í djúpum tallerki. Lat froðandi sósina omanyvir og pynta við fíntskornari bótarurt og oljuberum. At enda havsalt. Kraftmikli maskulini ræsti smakkurin frá fiskinum og garnatálgini, feminini parfumeraði bótarurt angin og tað beiska og fruktkenda frá oljuberunum hóska væl saman við samansetta sjerri-smakkin í Manzanilla.
Vælgagnist